Við at brúka fylgisveinamyndir hava kanningarjournalistar frá ukrainska kanningarmiðlinum Skhemy funnið eina russiska hernaðarstøð tætt við ukrainska markið.
Tað skrivar ukrainski miðilin Pravda.
Sambært miðlinum er herstøðin bygd í einum eftirlatnum hernaðarbygningi 200 kilometrar frá markinum til Ukraina, har russiski herurin áhaldandi hevur savnað hernaðarútgerð síðani august 2023.
Tá vóru 50 lastbilar og fleiri tjald sett upp í økinum. Fylgisveinamyndir vísa nú, at støðin er trífaldað í stødd síðani tá, skrivat TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo