Vápnaðar ukrainskar FPV-dronur sum hava kamera geva russisku deildunum á russisku síðuni við Dnipro-ánna stórar trupulleikar, skrivar bretska verjumálaráðið.
Ukrainsku deildirnar brúka dronurnar til at leypa á stríðsvognar við, og sambært russiskum herbloggara er 90 prosent av útgerðini hjá russum oyðiløgd við býin Krynky.
Avmarkaðir møguleikar til elektroniska krígsførslu verður nevnd sum orsøk til, at russar hava ilt við at verja seg móti FPV-dronunum, skrivar TV 2.
Latest Defence Intelligence update on the situation in Ukraine – 12 January 2024.
— Ministry of Defence ???????? (@DefenceHQ) January 12, 2024
Find out more about Defence Intelligence's use of language: https://t.co/iwtfBkgxq1 #StandWithUkraine ???????? pic.twitter.com/OhKlTMlB6A
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo