Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ukrainsku deildirnar í Russlandi hava framgongd hvønn dag, tað sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj sambært BBC, sum eisini hevur eitt videobrot sum vísir, tá ukrainskar deildir eftir øllum at døma fyrr í dag spreingja eina týðandi russiska brúgv í luftina.

Brúgvin gekk tvørtur um ánna Sejm í russiska Kursk landslutinum, har Ukrainskar deildir seinastu dagarnar hava otað seg longur inn í landið. Hon varð brúkt av russiska herinum til at flyta mat og lóður til russisku deildirnar, sum hava gjørt innrás í Ukraina, og tí varð hon oyðiløgd, sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj. 

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo