Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Kríggj sum tey í Ukraina og Gaza fylla nógv í okkara stovum og snildfonum.

Einaræðisharrar byrja øll kríggj, og so mugu fólkastýrini verja seg.

Bølmenni leypa á lond við veikum leiðarum. Sterkir leiðarar halda búllum burtur.

Bretland og Frakland kundu fyribyrgt 2. Heimskríggi, um tey høvdu sterkar leiðarar, ið steðgaðu Hitler í at hertaka Rínlandið longu í 1936.

Bretski Chamberlain (við knekkflipp og regnskjóli) og franski Daladier kíkaðu í 1938 sáttmálan við uniformsklæddu Hitler og Mussolini um ‘frið í okkara tíð.’

Tann friðurin varð stokkutur, og kríggið 1939-45 kostaði 40 mió mannalív.

Bretland við Churchill á odda vardi seg einsamalt móti Nazitýsklandi í 2 ár, til Hitler leyp á Sovjet, og Tojo admiralur bumbaði Pearl Harbour í 1941.

Í okkara tíð eru veikir leiðarar sum Hussein Obama og korrupti Biden orsøk til kríggj í Ukraina og Ísrael.

Tann ‘óndi ásin’ í 1930-unum vóru Týskland, Italia og Japan.

Í dag eru Rusland, Iran, Kina og Norðurkorea tann óndi ásin.

Obama og Biden (men ikki Trump)
Ein dokumentarur um sterka Netanyahu fekk meg at hugleiða um evnið.

Eftir Bush 2 og alheims húsakreppuna 2008 bleiv Obama forseti í 2008.

Mamman og pápin vóru kommunistar, hon úr USA og hann úr Kenya.

Hann hevði ein ‘prest’, Jeremiah Wright, ið plagdi at biðja Gud ‘banna USA’.

Umframt at verða uppalin í komma-trúgv hevur Obama millumnavnið Hussein.

Dems stillaðu Hussein upp og valdu sama Obama til forseta í 2008.

Eingin forseti er komin skjótari, longri og lættari í Hvítu Húsini enn Obama.

Hann er jú kommunistur, muslimur og brúnur. Tá ber so mangt til í USA.

Har manglaði bara, at hann bekenti seg sum ‘transi-svansi’. Tað kemur helst.

Eftir ein krákumánað í Hvítu Húsunum fekk Obama Friðarheiðursløn Nobels.

Obama politiskur skaðagripur
Sum lovað í valstríðnum fór hann straks undir at broyta USA frá botni.

Eingin hevur sum Obama sligið kílar ímillum fólkasløg, minnilutar í USA

Hann vitjaði fyrst arabisk lond og spilti USA út sum heimsins eyðrænara.

Eitt úrslit var ‘arabiska várið’, uppreistrar, sum førdu til ruðul og lógloysi.

Obama stuðlaði Muslimska Brøðralagnum (MBL) at koppa egyptiska Hosni Mubarak, góða vini Ísraels og USA.

Herovastin al-Sisi tók valdið frá MBL, og síðan hevur friður valdað.

Obama bumbaði Libya, har borgarakríggj hevur herjað síðan.

Hann hótti at bumba sýriska Basher Assad, um hann drap sínar egnu landsmenn við eiturvápnum. Men Obama var ov veikur og feikur og fall frá hóttanini.

CO2-avtala í París og atomavtala við Tehran
Obama tók rakettirnar hjá NATO í Pólandi og Kekkia ímóti Ruslandi niður.

Hann noyddi Ukraina at lata Ruslandi síni tungu vápn.

Ringast: Hann loyvdi Putin at hertaka eystara Ukraina og Krim í 2014.

Obama tók stig til París-avtaluna um skifti frá kolvetni til ‘grøna’ orku.

Sum (skáps)muslimur hatar Hussein Obama Ísrael og mest Netanyahu.

Hann hótti við báli og brandi, um Netanyahu bað IDF bumba iransk kjarnorkuverk.

Obama hevur við 100-tals miljarda USD stuðlað Iran, heimsins herviligasta harðskapsstati, til at gera egin kjarnorkuvápn ímóti bønum og ávaringum úr Ísrael.

Dems og miðlarnir karaktermyrdu Trump
Við Trump sum forseta 2016-2020 hendi millum mangt annað hetta:

1. búskapurin hjá USA vaks 3-4% árliga,

2. arbeiðsloysið minkaði niður í tað lægsta í 50 ár,

3. USA bleiv sjálvbjargið við orku fyrstu ferð í 70 ár,

4. oljuprísurin stóð í stað um $ 50-60 fyri tunnuna,

5. rentan og inflatiónin vóru í botni um 2%,

6. lønirnar hækkaðu skjótari enn prísirnir,

7. flóðin av ólógligum landastrokum til USA steðgaði,

8. USA byrjaði einki nýtt kríggj,

9. USA ruddaði 250.000 km2 (sum Bretland til ummáls) av lendi og knústi ISIS,

10. Kina slapp ikki longur at bróta WTO-reglur, snýta við patentum og gjaldoyra.

11. USA bleiv aftur heimsins sterkasta land, hóast NATO-lond ikki rindaðu sín part.

Men Trump bleiv feldur og tí bert ein larmandi fótnota í amerikanskari søgu.

Biden ringasti forseti nakrantíð
Bidenstjórnin frá 2021 bjóðaði amerikansku oljuvinnuni í kríggj frá fyrsta degi.

Oljuframleiðslan varð skerd 1-2 mió tunnur um dagin, 10-20%.

USA misti sína sjálvstøðu sum heimsins størsti framleiðari av orku.

Oljuprísurin vaks hættisliga. Inflatiónin og rentan hækkaðu um kapp.

Prísirnir økjast skjótari enn lønirnar. Altso er lønarafturgongd.

Rusland og Iran pumpa og selja olju, serliga til Kina, fyri mió dollarar um dagin.

Kríggið í Ukraina økti oljuprísin enn meiri.

Rusland fíggjar sítt kríggj móti Ukraina, og Iran sítt kríggj móti Ísrael við olju.

Biden hevur loyvt 8 mió landastrokum ólógliga inn í USA at nassa og atkvøða Dem.

Biden rykti frá degi til dags amerikansku hermegina úr Afghanistan.

Talibanar fingu valdið aftur og eftirlatin amerikansk vápn fyri $ 80 mia og besta flogvøll í Fjareystri, Bagram.

Biden hevur aftur boðið og goldið Tehran at gera egnar kjarnorkubumbur.

Rotrákin av feik- og veikleika frá Biden-stýrinum stinkar til skýggja.

Heimsins heljarhundar tevja blóð og høvi til sor og morð.

Putin savnaði yvir 100.000 alvápnaðar hermenn við ukrainska norður- og eysturmarkið og leyp á landið 15. feb 2022.

Biden bað Putin nartla burtur av Ukraina (‘incursion’), og USA læt sum einki.

Men onnur NATO-lond føldu seg hótt av innrásini, sum Hitler í Pólandi 1939.

Kríggið hevur herjað síðan, og Dems lata Ukraina skattapengar uttan fyrilit.

Statsskuldin hjá USA er í 4 ár økt $ 6 trill upp í $ 33 trill íalt, 130% av BTÚ.

Biden-familjan hevur kraddað sær 50 mió $ í mutri frá Ruslandi, Ukraina og Kina.

Tí er Biden politiskt bundin á hondum og fótum, blackmailaður, av korruptión.

Seinast kríggið í Miðeystri
Nú hevur Iran biðið sínar skutilsveinar í Gaza og Libanon herja á Ísrael.

Prestastýrið varð aftur freistað av amerikanskum veik- og feikleika.

Men Ísrael fer at gera Hamas og Hezbollah helheimin (hjá Allah) heitan.

Kristin høgra- og hampafólk, demokratar og borgarlig stuðla sjálvsagt Ísrael.

Vinstrahall vestanfyri og islamar kring heimin stuðla Hamas og Hezbollah.

Biden er vaknaður við kaldan dreym, hvussu nógvir amerikanar halda við Ísrael.

So hann noyðist at stuðla Ísrael ímóti Islam o.ø. devils- og heiðinskapi.

Ein fyrimunur við Gasa-krígnum er, at heimsins vinstrahallu, sosialistar í øllum reyðum og ælaboðans litum hava avdúkað seg sum anti-semittar og jødahatarar.

Tí vóna frílynt hampafólk, at Ísrael ruddar Hamas av jarðarskorpuni og sendir flest møguligar islamistar gjøgnum tunlarnar í Gaza og Libanon niður til Allah.

Óli Breckmann

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo