Ukrainsk fótbóltslið fara framyvir ikki at luttaka í kappingum, sum loyva russikari luttøku.
Tað sigur ukrainska fótbóltssambandið og heitir samtíðis á onnur lond um ikki at dystast móti russiskum liðum, skrivar TV 2.
DBU hevur longu boðað frá, at einki danskt lið fer at spæla móti Russlandi. Tað sama er galdandi fyri pólska fótbóltssambandið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo