Ukraina fer at hópframleiða mobilar robottar, sum millum annað skulu finna minur, passa álopsdronur, flyta særdar hermenn og ammunisjón.
Tað sigur ráðharrin fyri digitalari transformasjón, Mykhailo Fedorov, sambært Kyiv Independent.
Men høvuðsendamálið við robottunum er at halda talinum av hermonnum so langt niðri sum gjørligt og eisini minka um talið av hermonnum, sum verða dripnir ella særdir, verður sagt.
Ráðharrin sigur um tøknina, at hon er "næsti gamechanger í krígnum", á sama hátt sum "dronurnar longu eru tað," skrivar TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo