Ukraina hevur beint fyri umleið 19 milliónum bókum á bókasøvnunum í landinum, skrivar parlamentslimurin Jevhenija Kravtjuk í tíðindaskrivi.
Talan er um einar 11 milliónir bøkur á russiskum, umframt fleiri bøkur frá sovjettíðini á ukrainskum.
Í løtuni eru um 44 prosent av bókunum á bókasøvnunum á russiskum, og málið er, at tað skal beinast fyri fleiri og fleiri av teimum, sigur Jevhenija Kravtjuk sambært TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo