Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Pól Skarðenni, listarmaður í Vatnsoyrum, skrivar á sínum facebookvanga um eina uglu, sum hann fann uttanfyri í urtagarðinum, nærhendis har hann hevur høsn.

- Hon hevur verið her í nakrar dagar, men tað sær út til at hon er um at doyggja, skrivar Pól Skarðenni, sum eisini leggur afturat, at hann hevur havt vitjan av uglum fyrr, men ikki hesa ársins tíð.

Við VP sigur Pól Skarðenni, at tað ikki bar til at bjarga ugluni, hóast gott fólk har á leiðini tók hana heim við og royndi at hjúkla um hana.

Uglubóndi er kanska mest vanliga uglan í Føroyum, hóast hon ikki eigur her. Hon eigur mest í Europa, Asia og Amerika, eisini í Suðuramerika, helst í fjallalendi ella í mýrulendi ovarliga, har í góður vøkstur er.

Wikipedia sigur soleiðis um uglubónda:

Uglubóndi hevur sum allar aðrar uglur runt og stórt høvd. Uglubóndi sær beint frameftir, og uttan um eyguni hevur hann slør. Hann tykist vera ógvuliga stórur, helst á flogi, hóast hann er sum fransaterna til støddar. Ofta sæst hann flúgva á alljósum degi. Hann heldur veingirnar hátt hevjaðar, tá ið hann flýgur, og slær teir djúpt og seigan, í stoytum. Ikki sjáldan flýgur hann høgt upp, sveimar í ring, so hann verður hildin at vera ránsfuglur. Uglubóndi líkist nógv kattúlu, so at hann kann verða tikin fyri hana.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo