Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Hákun West av Teigum varð dagsins maður í sigrinum á Japan í gjár. Mynd: IHF

Hákun West av Teigum varð dagsins maður í sigrinum á Japan í gjár. Mynd: IHF

Hákun West av Teigum varð dagsins maður í sigrinum á Japan í gjár. Mynd: IHF

Kringvarpið: Tað er ikki hissini mótstøðulið, sum bíðar føroyska U21-hondbóltslandsliðnum í bólkafinaluni.

Spania hevur seinnu árini verið millum sterkastu hondbóltstjóðirnar í heiminum, og júst hetta liðið er ráðandi evropameistari.

Føroyska liðið er heldur ikki fyri ongum. Komandi Bundesligaspælararnir, Elias á Skipagøtu og Hákun West av Teigum, teljast millum bestu og royndastu spælararnar í kappingini, og hava higartil stýrt Føroyum til tryggar sigrar ímóti Angola og Japan. 

Spurningurin tykist vera, hvussu nógv føroysku venjararnir fara at leggja fyri í royndini at enda fremst i bólkinum. Eyðsýndi fyrimunurin er, at ein sigur gevur tvey stig við í millumbólkin, har Føroyar skal royna seg ímóti Portugal og Brasil. 

Hinvegin kann eisini hugsast, at Mark Lausen-Marker og Julian Johansen, velja at raðfesta at hvila Elias á Skipagøtu - sum fyri kortum er komin fyri seg eftir drúgvan skaðasteðg - og aðrar lyklaspælarar, sum so eru betur fyri at spæla um pláss í kvartfinaluni.

Kringvarpið stroymir dystin ímóti Spania frá klokkan 19:05.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo