Flogbóltssambandið: Føroyar taptu í kvøld hálvfinaluna í NEVZA flogbóltskappingini ímóti sterka finska liðnum, og skulu tí spæla um bronsu mikudagin kl. 11 ímóti Svøríki, sum tapti sína hálvfinalu 3-2 fyri Íslandi.
Hálvfinalan: Finnland - Føroyar 3-0 (25-15, 25-20, 25-22)
Føroyar bitu væl frá sær, og bara í fyrsta setti var stórur munur, og stuttligt var at síggja góða hugburðin hjá føroysku leikarunum, sum ikki fóru niður við nakkanum, men ístaðin løgdu seg á odda 7-3, 15-7 og 18-11 í øðrum setti, tá stígur kom í, og Finnland síðan javnaði til 19-19 og vann settið 25-20.
Aftur í triðja setti løgdu Føroyar seg á odda, 8-4, áðrenn Finnland javnaði til 8-8 og fór framum 18-12. Men Føroyar høvdu ikki givið skarvin yvir og minkaðu um munin aftur niður í bara tvey stig, 18-20 og 21-23, áðrenn Finnland vann 25-22.
Livescore frá bronsudystinum mikumorgunin kl. 11 millum Føroyar og Svøríki sæst her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo