FBF: Fleyr-Mjølnir 2-0 (23-22, 25-20)
U16 genturnar hjá Fleyr tóku fyrsta gullið til Havnar í Bónuskappingini.
Dysturin gjørdist rættuliga spennandi og spælið var hartil eisini sera gott í síðstu finaluni í Bónuskappingini í kvøld ímillum U16 genturnar hjá Fleyr og Mjølnir.
Ígjøngum tað mesta av dystinum var Fleyr tó við yvirlutan, men tær komu á ongan hátt lætt til sigurin.
Hóast tap, so gjørdist Osla Johannesen hjá Mjølnir besti leikarin í hesi finaluni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo