Sunnudagin 14. juni kl. 15.00 bjóðar Vestmanna sangkór til konsert í gamla skúlagarðinum í Vestmanna skúla.
Lagt verður upp til eina hugnaløtu, har ið kórið eisini bjóðar ein drekkamunn.
- Ljóðviðurskiftini í skúlagarðinum eru sera spennandi, og kórið gleðir seg at sleppa at framføra eitt tyssi av vár- og summarsangum.
- Vestmanna sangkór gleðist um at fáa høvið til at enda sangárið á hendan øðrvísi hátt, siga tey í skrivi til miðlarnar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo