Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Ein átta ára gomul smágenta er fríað av myndugleikunum, eftir at mamman, saman við sínum foreldrum, hevur havt gentuna innilæsta síðani hon var fødd.

Hetta er hent í býnum Attendorn har vesturi í landinum. Fleiri altjóða miðlar, teirra millum bretska avísin The Guardian, bera tíðindini. Sambært avísini er gentan so lítið ment, at hon ikki dugir at ganga í einum trappum. Hon hevur greitt frá, at hon ongantíð hevur koyrt í bili ella sæð eina skóg.

Týskir miðlar kalla kentuna "Maria".

Myndugleikarnir kanna nú málið.

Mamman, sum er 47 ár, kann fáa upp til 10 ára fongsulsrevsing. Saman við henni vistu foreldur hennara eisini um gentuna. Ongin teirra vil p siga nakað um, hví tey hava havt gentuna innistongda øll hesi árini.

Fyri myndugleikunum og øðrum høvdu tey sagt, at mamma og dóttir fóru at flyta til Italia. Hetta var í 2015. Men pápi gentuna og grannar fingu illgruna um, at tær báðar ongan veg vóru farnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo