Týska løgreglan hevur framt aksjónir móti limum og viðhaldsfólkum hjá Hamas og einum øðrum palestinskum felagsskapi sum eru bannaðir í Týsklandi.
13 støð í Berlin vórðu rannasakað, sambært innlendismálaráðnum. Aksjonerað varð eisini í fýra øðrum landspørtum, men í minni mun.
Sambært almennum tølum úr Týsklandi eru umleið 450 Hamas-limir í Týsklandi. ES, USA og Ísrael hava Hamas á listanum yvir terror-felagsskapir, skrivar TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo