«Kapp Verde er ikki partur av HM í hondbólti. Liðið er farið úr Egyptalandi», skrivar Sportschau í dag seinnapartin, sambært VG.
Kapp Verde hevði bert 11 leikarar av einum hópi á 20 móti Ungarn, eftir eitt stórt útbrot undan fráferðina til Egyptalands. Leygardagin bórust so tíðindi um at Kapp Verde hevði tveir nýggjar tilburðir í sínum hópi.
Sostatt vóru bert níggju leikarar frískir. Sambært reglugerðini hjá Altjóða Hondbóltssambandinum so skulu tíggju leikarar til so ein dystur fær byrjað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo