Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fólkaflokkurin: Nú viðgerðartilboð er komið í Suðuroynni, so er spurningurin, um ætlanin er at forseta við at seta á stovn fleiri tilboð, har Klaksvíkar Sjúkrahús er eitt upplagt stað at stovnseta eina dialýsuviðgerð.

Tað sigur Beinir Johannesen, sum í dag setur Súsonnu Bertholdsen, landsstýriskvinnu, fyrispurning um evnið.

Nýliga bleiv dialýsuviðgerð sett á stovn á Suðuroyar Sjúkrahúsið. Eitt tiltrongd tilboð, ið hevur stóran týdning fyri tey, ið hava tørv á viðgerðini.

Fyri tey, ið hava tørv á viðgerðini, er hon lívsneyðug. Hon er bæði orku- og tíðarkrevjandi fyri tey, tí oftani fer ein heilur dagur til ferðing og viðgerð hvørja ferð, og er hon eisini likamliga tung. Tí hevur tað týdning, at viðgerðin verður veitt so nær brúkaranum sum gjørligt.

Nú viðgerðartilboð er komið í Suðuroynni, so er spurningurin, um ætlanin er at forseta við at seta á stovn fleiri tilboð, har Klaksvíkar Sjúkrahús er eitt upplagt stað at stovnseta eina dialýsuviðgerð.

Tó krevst nakað fyri, at tilboðið kann setast á stovn – bæði fíggjarliga og fakliga – og skal tað sjálvandi eisini uppá pláss, og tí verður eisini spurt, hvat skal til at seta á stovn eina dialýsuviðgerð. 

Tí hevur Beinir Johannesen sett hesar spurningar:

  • Hevur landsstýriskvinnan ætlanir um at seta á stovn dialýsuviðgerðir kring landið, eitt nú á Klaksvíkar Sjúkrahúsið?

  • Hvat er kostnaðurin at seta á stovn eitt tilboð, t.d. á Klaksvíkar Sjúkrahúsið?

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo