Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Kristianna Winther Poulsen, løgtingsmaður
Svarari: Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum
Evni: Móttøka av ukrainum í Føroyum

Spurningar:
1. Hvussu nógv flóttafólk úr Ukraina, kvinnur, menn og børn, eru higartil komin til Føroya, og hvar í Føroyum búgva tey?

2. Hvørjir almennir myndugleikar eru partar av formliga arbeiðinum at taka ímóti ukrainum, og hava hesir myndugleikar nøktandi heimildir og karmar?

3. Í hvønn mun hava myndugleikarnir, herímillum Almannaverkið og lokalu sosialu myndugleikarnir, innlit í, hvussu familjur og einstaklingar støðast og trívast í landinum?

4. Í hvønn mun hava myndugleikarnir, herímillum Gigni, innlit í, hvussu børnini trívast í Føroyum?

5. Hvat ger landsstýrismaðurin fyri, at ukrainsku flóttafólkini fáa ein bústað?

Viðmerkingar:
Á vári í 2022 samtykti Løgtingið at taka ímóti flóttafólki úr Ukraina. Síðani er ein rættiliga stórur bólkur av ukrainskum flóttafólki komin til landið, men spurningurin er, hvussu vit sum samfelag megna at taka ímóti hesum menniskjum, ið eru flýdd úr teirra heimlandi av einum brutalum kríggi, sum higartil hevur vart í úti við hálvtannað ár.

Reyði Krossur hevur frá byrjan víst ábyrgd, og felagsskapurin ger saman við Útlendingastovuni eitt stórt arbeiði fyri at taka ímóti ukrainunum, men spurningurin er, um teirra lutur røkkur nóg langt fyri at skapa eina góða integratión fyri flóttafólkini.

Eitt slíkt arbeiði fevnir um nógv ymisk øki og krevur nógvar ymiskar førleikar: skikkaða og óhefta ráðgeving, eitt stórt arbeiði á dagstovnum og í skúlum, atgongd til arbeiðsmarknaðin, undirvísing í føroyskum sum fremmandamál, fyri at nevna nøkur dømi um hesi øki.

Hetta er fyrstu ferð, at vit taka ímóti flóttafólki, og tey eru á nógvan hátt í eini øðrvísi støðu enn aðrir útlendingar. Tey hava ikki sjálvi valt at flyta. Tey hava heldur ikki valt, at Føroyar skuldi gerast teirra nýggja heimland, ella at tey brádliga skuldu læra eitt nýtt mál. Samstundis er tað ikki óhugsandi, at bæði einstaklingar og familjur, ikki minst børnini, eru ávirkað av truplu støðuni í heimlandinum, sum kann elva til miklan ótta og stúran.

Tað hevur mangan verið ført fram, at vit í Føroyum skulu ikki gera somu mistøk, sum grannalond okkara, tá ið umræður integratión av fólki úr øðrum londum. Tí er umráðandi, at vit støðugt umrøða spurningin um, hvussu vit taka ímóti flóttafólki, so tey skjótast til ber koma at kenna seg sum ein part av føroyska samfelagnum. Hetta krevur, at vit fylgja teimum neyvt, eftir at tey eru komin til landið, so vit síggja, hvussu tey fella til, og um nakað er, sum vit kundu gjørt betur.

Tað er týdningarmikið, at okkara móttøka av ukrainum ikki er merkt av tilvild.

Neyðugt er at hava greiðar karmar fyri, hvussu vit á besta hátt taka ímóti ukrainsku flóttafólkunum, so at teirra dvøl, elvt av syrgiligum orsøkum, verður góð í fyribils heimlandinum.

Tí verður hesin fyrispurningur settur landsstýrismanninum við ábyrgd av ukrainsku flóttafólkunum.

Á Løgtingi, 23. juni 2023
Kristianna Winther Poulsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo