Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Tvøroyrar kommuna: Í dag, fyri 100 árum síðan, fríggjadagin 15. august 1924 varð Tvøroyrar Havn, Føroya fyrsta veruliga havn, tikin í nýtslu.

Í hesum sambandi heitti Tvøroyrar kommuna á Tvøroyrar Skjalasavn, um at útvega okkum skrivligt tilfar og nakrar myndir, ið kundu varpa ljós á hesa, fyri Føroya land, so stóru hending.

Í Føroyatíðindi (ið tá kom út á Tvøroyri)12. august 1924, kann lesast, at menn hava havt ætlanir um at byggja eina havn á Tvøroyri í 20 ár og at hon nú endiliga gerst veruleiki.

Undangongumaður var stórreiðarin og vinnulívsmaðurin N.J. Mortensen, ið á sínum mongu ferðum kring landið og til Danmarkar, gjørdi eitt stórt arbeiði fyri at fáa havnina til veruleika.

Arbeiðið, við at gera havnina, byrjaði í 1922 og var tað fyritøkan Fibiger & Villefrance, ið gjørdi arbeiðið. Fyritøkan gjørdi fleiri havnir í Føroyum, um hetta mundið, men tann á Tvøroyri var tann fyrsta til at gerast liðug.

STÓRFINGIN HAVNAVÍGSLA 15. AUGUST 1924
Í Føroyatíðindi 19. august 1924, er aftur nógv at lesa, nú stórfingin havnavígsla júst hevði verið.

Veðrið var av tí allarfagrasta og veitslurómurin øgiligur fríggjamorgun 15. august 1924, tá ”Sleipner” stevndi inn eftir fjørðinum. Umborð ljómaði veitslutónleikur og á havnalagnum var allur býurin møttur upp. Umborð vóru landspolitikarar, entreprenørur og onnur, ið vóru innboðin.

Fyrstur at trína á landgangsbrúnna, var N.J. Mortensen, ið rópti eitt trífalt hurrá, fyri tí fyrsta havnaanlegginum í Føroyum, ið stóð liðugt.

Á middegi komu m.o. útróðrarbátar og skonnartir at kei og gerandisdagurin byrjaði so smátt.

Um kvøldið var stórfingin veitsla, við døgurða og dansi, í Tvøroyrar Klubba, har borðreitt var fyri uml. 100 gestum.

Fleiri røðarir vóru á veitsluni og var tað táverandi borgarstjórin í Tvøroyrar kommunu, Hans Hansen, ið helt fyrstu røðuna.

Næstur at røða, var amtmaðurin Olrik. At Tvøroyri hevði stóran týdning fyri landið, sást týðuliga í tí hann segði: ”Det er ikke en tilfældighed, at dette havneanlæg i Tveraa er det første af de færøske havneanlæg, som afleveres. Det er fra Tveraa at initiativet til bygningen af alle vore havneanlæg er kommet.” Hann segði eisini soleiðis: ”..faa steder har som Trangisvaag Fjord fra naturens haand betingelser for at eje en blomstrende havn.”

Røðurnar vóru nógvar og dreymarnir stórir. Nógvir av dreymunum gjørdist til veruleika, meðan aðrir ikki bóru á mál, sum so vera man, tá fólk royna at bróta upp úr nýggjum.

Greinarnar, ið eru nýttar sum keldutilfar, eru at síggja á viðfestu myndunum og eru eisini at finna á tidarrit.fo sí her https://apps.infomedia.dk/avisportal/da/fao  Ein hópur av myndum eru eisini viðfestar hesum uppslagi.

TVØROYRAR HAVN Í DAG
Tað er sjálvandi eitt heilt annað havnalag vit hava í dag. At síggja til, á gomlu myndunum, so er torført at ímynda sær at ein so lítil havn, sum tann í 1924, skal hava havt so nógv at siga fyri menningina í økinum, men tað hevði hon veruliga. Eins og hon hevur í dag, nú Tvøroyrar Havn telist millum tær størstu í landinum.

Skipaferðslan her er ikki eins stór sum í gomlum døgum, men havast skal sjálvandi í huga, at eitt nútímans skip lastar eins nógv og fleiri av teimum gomlu, ið vóru álitið í sínari tíð.

Tvøroyrar Havn fevnir í dag eisini um havnina á Drelnesi og bryggjuna á Hvítanesi. Á Drelnesi er mentanardepilin SALT í eystara enda, meðan stórar grótrúgvur síggjast á vestara enda. Hesar skulu nýtast, til at víðka um havnina í miðbýnum, sum í dag er fleiri ferðir størri enn tann gamla, ið varð innvígd 15. august 1924.

Tann dag í dag, er Tvøroyrar Havn stóra snúningspunktið í vinnulívinum í býnum. Her hava vit eitt tað størsta pelagiska virkið í norðanlondum Varðin Pelagic- Vit hava saltfiskavirkið Delta Seafood, RBT Timburhandil og Faroe Ship. Her liggur stórur partur av útróðrarbátunum, ið eru heimahoyrandi í kommununi.

Seinastu árini er Súpanarvíkin vorðin nútímansgjørd og fríðkað og er hon eitt prýði fyri býin og eitt stað, har fólk javnan síggjast njóta eina góða løtu saman.

Lunnarnir fyri alt havnavirksemið í Føroyum, vórðu lagdir á Tvøroyri hin 15. juni 1924 og enn tann dag í dag, júst 100 ár seinni, er framvegis stórt virksemið á Tvøroyrar Havn.

Vónandi fer Tvøroyrar Havn at vera karmur um stórt virksemi og nógvar spennandi verkætlanir komandi mongu árini.

Til lukku Tvøroyrar Havn – til lukku borgarar í Tvøroyrar kommunu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo