Í gjár varð skipað fyri samkomu á bryggjuni í Fuglafirði, í samband við at tvíkiljan Áarskarð, sum er nýbygningur nummar 64 hjá KJ, varð handað Bakkafrosti.
Manningin á Áarskarði var í Fuglafirði til handanina.
Tvíkiljandi stevndi av Fuglafirði, út um Ennið og síðani var kósin sett ímóti Árnafirði, har tvíkiljan fær heimstað.
Talan er um tvíkilju, sum er 16 metrar long og 8 metrar breið. Hon er vælútgjørd við m.a. tveimum friðarligum og máttmiklum Iveco C13 motorum, við 500 hestakreftum hvør, bógskrúvu og einum 65 tonsmetur Palfinger krana.
Jón Purkhús, deildarleiðari fyri sjógvaling hjá Bakkafrosti sigur, at tvíkiljur frá KJ hava roynst teimum væl, og manningin var væl nøgd við Áarskarð eftir túrin av Fuglafjørði til Árnafjarðar ígjár. "Tvíkiljurnar eru sjógóðar og motorarnir eru sera friðarligir. Eisini er dekksplássið sera gott", sigur Jón.
Tvíkiljur frá KJ hava fingið fastatak í alivinnuni, har tær verða brúktar sum arbeiðsfør á aliøkjum í Føroyum og uttanlands. KJ hevur veitt tvíkiljur til alifyritøkur í Føroyum, Íslandi og Skotlandi. Skrokkarnir til tvíkiljurnar hjá KJ verða bygdir í Póllandi, og síðani verður alt annað arbeiði gjørt í Føroyum.
Í næstum verður ein tvíkijla handað til íslendska alifyritøku. Í hesum førinum er eisini talan um ein nýbygning.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo