Hagstovan: Síðani 2013 eru gistinæturnar meira enn tvífaldaðar á føroysku gistingarhúsunum summarmánaðirnar juni, juli og august, tá farið var undir at skráseta gistingar. Í ár vóru knapt 97.000 persónsgistinætur hesar mánaðirnar í mun til 44.000 í 2013.
Í juni, juli og august í ár vóru 97.315 gistingar á føroysku gistingarhúsunum. Tað eru 32% ella um 23.300 fleiri gistinætur samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista á gistingarhúsum.
Talið av gistináttum hjá føroyingum og dønum er á leið tað sama sum í fjør, meðan gistinæturnar hjá fólki úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark meira enn tvífaldaðist. Gistinæturnar eru nú 6.000 fleiri enn í 2019 tá tær vóru flestar.
Innskrivingarnar vísa talið av ferðafólkum á gistingarhúsunum, sama hvussu leingi tey gista. Innskrivingarnar vóru um 37.000 í tali í juni, juli og august, sum er 46% fleiri enn í fjør. Vøksturin er 31% samanborið við sama tíðarskeið í 2019.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo