Tveir leikarar eru lagdir afturat sáttmálahópinum hjá uppflytarunum úr ÍF, skrivar bolt.fo.
Talan er um tvíburðarnar Hans Jákup og Elias Lervig.
ÍF skrivar soleiðis um teir á heimasíðu felagsins:
- Tað er við gleði, vit boða frá, at Hans Jákup og Elias Lervig halda fram hjá okkum.
- Teir hava nú longu í nøkur ár verið fastur fúsur í hópinum hjá okkum, og tað koma teir eisini at vera komandi kappingarár.
- Teir eru báðir tveir ein sera týðandi og stórur partur í menningini av okkara egnu ungu leikarum. Teir hava ein hugburð og tilgang til fótbólt, sum vit í ÍF eru glað fyri og síggja sera stórt virði í.
- Vit ynskja teimum báðum hjartaliga tilukku við sáttmálanum, og bestu eydnu í komandi ári.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo