Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Leygardagin tann 5. september verða tvíburðarbrøðurnir Kári og Róald Norðberg 90 ár.

Teir eru synir Niels Paula og Mikkalinu Norðberg í Hvalba. Systkinnaflokkurin á Heyggi í Hvalba var stórur. Tey vóru tvær systrar og nýggju brøður. Nú eru bert Kári og Róald eftir á lívi.

Systkini vuksu upp í eini tíð, tá ið tað, sum kom úr sjónum var álitið. Niels Pauli sigldi og mamman var heima og tók sær av stóra barnaflokkinum. Tá dreingirnir vuksu til, fóru fleiri teirra til sjós. Kári var ein teirra, men Róald fór fyrst í maskinmeistalæru og fór síðan eisini at sigla.

Kári fór við Hvalbiartrolaranum Drátti sum messudrongur. Síðan var hann við Yvonnu í Vági. Jóan Petur hjá Mouritsi var skipari. Eisini sigldi hann við Jóannes Pætursyni við Svenningi Jóhannesen sum skipara.

Kári giftist við Malenu, og búsettust tey í Hvalba. Tey fingu 3 børn. Malena andaðist í septembur í fjør.

Fyrst í 60-unum arbeiddi Kári í Føroyingahavnini. Tá hann var heima í vetrarhálvuni, arbeiddi hann á kolinum. Seinnu helvt av 60-unum var hann við norskum trolara. Síðan var hann við Mýlingi, og var hann har, til hann fór við Polarborg, sum kom til landið fyrst í 70-unum.

Tá Hvalbiartrolarin Niels Pauli kom til landið í 1984, fór Kári at sigla við honum. Har var hann í nøkur ár, til hann gavst at sigla. Síðan fór hann at arbeiða á flakavirkinum í Hvalba.

Kári hevur seinnu árini tikist við seyð og annað fyrifallandi arbeiði.

Hóast høgan aldur, býr Kári heima.

Róald fekk lærupláss í smiðjuni hjá Palla Mortensen (ArgjaPalla) í Vági í mars í 1947. Tey fyrstu árini búði hann á Báraldabakka.

Síðan fór hann á maskinskúla, fyrst í Havnini og síðani í Keypmannahavn, og eftir lidna skúlagongd fór hann at sigla við tangabáti hjá A.P.Møller.

Róald giftist við Ásu, og seinast í 50-unum fluttu tey til Vágs. Tey keyptu hús í Toftalíð.  Róald og Ása fingu 4 børn.

Róald fór við trolaranum Vágbingi, sum kom til Vágs í 59 og var hann við har í nøkur ár.

Mitt í 60-unum fór hann at arbeiða sum el-innleggjari og opnaði samstundis el-handil í bygninginum hjá Petur Nolsøe. Seinni bygdi hann handil upp í húsini í Toftalíð.  Tey góvust at handla seinnapartin í 70-unum.

Í 1971 fór Róald við Sólborg hjá Eiler Jacobsen, og var hann við har til í 1974, tá hann legðist uppi eina tíð orsakað av, at tey mistu yngstu dótturina.

Nakað eftir hetta fór Róald aftur at sigla, og var tað við Polarborgunum hjá Jákupi í Lopra. Síðan legðist hann uppá land og varð inspektørur fyri trolararnar, sum vóru knýttir at Polarfrost.

Í 1983 fekk Róald starv hjá SEV á el-verkinum í Vági, og var hann har, til hann vegna aldur legði frá sær í 2000.

Róald hevur eisini seinnu árini fingist við seyð og tikist við annað fyrifallandi arbeiði. Eisini er hann virkin í andaligum arbeiði. Hann er trúfastur í samkomuni Bethel í Vági.

Róald og Ása klára seg væl og búgva heima.

Ynskt verður tvíburðarbrøðrunum Kára og Róald hjartaliga tillukku við teimum 90 árunum og Guds signing á lívskvøldinum.

Familjan

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo