Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Barna- og Útbúgvingarmálaráðið: Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, fegnast um tvey nýggj átøk á barnaverndarøkinum, sum í dag hava fingið undirtøku í Løgtinginum. Talan er um partar av eykajáttanarviðgerðini, sum røkkur inn í fíggjarlógina fyri 2025.

Fyrra átakið er, at Almannaverkið kann fara undir at skipa ein barnaverndarstovn fyri børn við serliga tungum avbjóðingum, sum higartil hava verið send til Danmarkar. Fyri at tilboðið skal vera nøktandi krevst, at starvsfólk á nýggja stovninum fáa neyðugu førleikamenningina og yrkisførleikan til uppgávuna. Í fyrstu syftu verður neyðugt við vikarum úr Danmark afturat starvsfólkum frá Almannaverkinum. Landsstýrismaðurin fegnast um, at ein góð loysn nú er funnin á hesum málinum.

Seinna átakið er Familjutænastan, sum verður skipað í góðum samstarvi við Kommunufelagið. Talan er um eina broyting av Familjudeplinum, sum nú skal verða rikin sum Familjutænasta hjá Barnaverndarstovuni í netverkssamstarvi við Barnaverndartænasturnar kring landið, soleiðis at familjur í størri mun kunnu fáa hjálp og ráðgeving til at klára avbjóðingar, sum tey stríðast við. Nýbrotið við Familjutænastuni er ment í Barnaverkætlanini, sum er samstarv millum kommunur og landsmyndugleikar á barna- og ungdómsøkinum. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo