Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Styrkisambandið: Framgongdin hjá føroyskari olympiskari vektlyfting heldur áfram, og eftir at føroyskir lyftarar fyri fyrstu ferð luttóku í NM í fjør, komu um vikuskiftið ikki færri enn tvey føroysk gullheiðursmerkir í hús við NM, sum í var í Landskrona í Svøríki. Og komandi ár verður í Føroyum.

Niels Áki Mørk vann gull í 61 kilo bólkinum, og Pól Hendrikur Andreasen vann gull í 67 kilo bólkinum. Maibrit Reynheim Petersen var eitt kilo frá at fáa bronsu í 71 kilo vektflokkinum, ímeðan Leif á Bøgarði megnaði eitt sætta pláss í 81 kilo klassanum, eftir at hann hevur drigist við skaðar seinastu tíðina.

Fleiri met blivu sett, bæði føroysk og persónlig. Niels Áki setti føroyskt met í stoyt og tvídysti í sinum flokki fyri bæði senior og U23 og danskt met í tvídysti fyri U23. Hann gjørdi eisini tvær royndir eftir tveimun donskum seniormetum. Pól Hendrikur setti føroyskt met í stoyt og tvídysti. Maibrit setti føroyskt met í trekk og tvídysti og í sinclair-stigum fyri kvinnur.

Føroyski landsliðsvenjarin, Frank Petersen er vælnøgdur við kappingina. Til slíka kapping eru tað altíð fleiri ymiskar ætlanir, ið kunnu koma í spæl, og tað er nógvur taktikkur í, hvussu venjarin og lyftarin avtala at byrja tey fyrstu og síðani tey fylgjandi lyftini. Hugt verður eftir mótstøðuni til sjálva kappingina, men eisini hvørjar kappingar eru fyri framman.

Avrikini hjá Niels Áka og Maibrit røkka til luttøku í EM, um limaskapurin hjá Føroyum er komin upp á pláss til ta tíð. Maibrit skal í so fall luttaka í EM senior í februar komandi ár, og Niels Áki er klárur til EM-U23. Føroya Styrkisamband hevur í løtuni eina umsókn inni um limaskap í bæði heimssamgonguni fyri vektlyfting, IWF og europeisku samgonguni EWF.

Føroysk vektlyfting hevur gjørt risa framstig upp á nøkur fá ár, og væntandi verður gongdin enn betri komandi ár, tí Styrkisambandið væntar tá at fáa enn fleiri lyftarar við til altjóða kappingar. Komandi mánaði verður NM junior, og tá er aftur ein føroyskur íðkari við. Málið er at økja um luttøkuna í NM og NMJ og síðani at fáa føroyingar við til EM og HM.

Hóast avmarkaðar karmar, so hevur føroysk vektlyfting tikið risa fet framá tey fýra árini, sum Styrkisambandið hevur verið til.

Tað er serliga í Havn, at olympisk vektlyfting verður íðkað. Hetta verður gjørt á nøkrum miðstøðin, tí kommunalir karmar eru eingir. Hetta er nakað, sum skal betrast, um tað skal bera til at halda fast um góðu gongdina. Talið av íðkarum økist støðugt, og tí er tørvur á størri hølum.

Føroya Styrkisamband verður komandi ár vertur fyri norðurlendsku meistarastevnuni. Væntast kunnu eini 70-80 luttakarar úr øllum norðurlondunum til kappingina.

Úrslitini hjá føroyingunum við NM Senior 2023 kunnu síggjast her: https://urslit.styrkisamband.fo/wlcompetitions.

Samlaðu úrslitini hjá øllum frá allar kappingini kunnu síggjast her: https://www.tyngdlyftning.com/tavling/resultat-rekord-och-ranking?folder=19.3d120fea18b6acfeca43ac04&sv.url=12.411f08931846d3fe380da1be

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo