Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Løgreglan: Í sambandi við at tollararnir hjá TAKS í gjár kannaðu ein bil, sum skuldi í land av Norrønu, funnu teir 24 kg av hassji.

Føroya Politi handtók í hesum sambandi eina kvinnu og ein mann og skuldsetti tey fyri brot á grein 191 í revsilógini, sum snýr seg um smugling av narkotika.

Ákæruvaldið framstillaði fólkini í grundlógaravhoyring í Føroya Rætti í morgun. Fólkini, sum eru donsk, vóru varðhaldsfongslað í fýra vikur.

Talan er um eina ógvuliga stóra einstaka nøgd av hassji við einum søluvirði á upp til 7 mió. kr. Politiið fer komandi tíðina m.a. at kanna, hvør skuldi taka ímóti hassjinum í Føroyum.

Brot á grein 191 í revsilógini kann hava við sær fongsul í upp til 10 ár.

Politiið hevur í løtuni ikki fleiri viðmerkingar til málið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo