Tveir víðagitnir sangarar skulu hava borið seg undan at syngja til krýningina hjá Karl kongi III sum verður 6. mei í ár.
Tey eru Ed Sheran og Adele. Bæði eru á einum lista hjá kongi yvir tey, hann fegin vil hava at undirhalda til krýningina. Men tað liggur ikki fyri, skulu tey hava svarað.
Konsertin sum skal vera til heiðurs fyri Karl kong III verður dagin eftir sjálva krýningina á slottinum Windsor.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo