Havnar Svimjifelag: Tveir svimjarar hjá HS vórðu úttiknir av SSF til hesa kappingina og teir eru: Áki Eliassen 2006 og Isak Brisenfeldt 2006.
Luttakaralondini vóru: Svøríki, Danmark, Ísland, Noreg, Finland, Estland, Letland, Litava og Føroyar. Til hesa kappingina koma tey bestu í hesum aldursbólkinum: Gentur 2007 – 2009 og dreingir 2006 – 2008. 8 svimjarar luttóku og meir kunning um hetta er at finna á svimjing.com
Okkara dreingir svumu væl.
Isak betraði allar sínar tíðir rættiliga munandi og í 100 firvald gjørdist hann nr. 9 av 18 svimjarum við tíðini 1.00,55.
100 frí: 56,61
200 blandað: 2.25,35
Áki betraði tvær tíðir tíðir – 100 firvald og 400 frí. Áki hevur drúgvar royndir í at svimja 800 og er nú farin at kappast í 1500 metrinum. Hesaferð gekk 1500 ikki sum ætlað, men Áki er áhaldandi og miðvísur, so hann fer heilt víst at betra hesa tíðina í næstum.
1500 frí: 18.21,57
200 firv.: 2.31,21
100 firv.: 1.05,24
400 frí: 4.37,61
Av tí at 4 dreingir og 4 gentur vóru við hesaferð, kundu tey svimja liðkappingar eisini – tað var gott.
Áki og Isak hava ment seg væl hetta síðsta árið og hava verið til kappingar og venjingarlegur uttanlands við HS.
Tað hevur týdning at síggja menningina hjá svimjarum út frá eini langtíðarhugsan. At tey hava hug at halda á í mong ár hevur nógv størri týdning, enn at tey endiliga vinna alt, meðan tey eru ung. Nú eru kappingarliðini sloppin at royna seg í Varberg og í Tallin og vit kunnu fegnast um nógvar betringar og góð úrslit.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo