Mánadagin 3.juni lata tveir stovnar í Tórshavnar kommunu aftur av verkfallinum.
Stovnarnir, ið lata aftur mánadagin eru Margarinfabrikkin og Vøggustovan millum Bóla, sum er partur av Dagstovninum Kura.
Av verkfallinum er ongin reingerð og heldur ikki er rusk tikið. Tískil er neyðugt at lata aftur.
Foreldur og verjar, ið hava børn á stovnum, ið lata aftur vegna verkfall, fáa boð gjøgnum Foreldragluggan í dag.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo