Fólkakirkjan: Allahalgannadag minnast vit tey, ið sjólótust ella lótu lív í sínum yrki á sjónum vegna sjúku ella vanlukku.
Minningarhaldið allahalgannadag er bæði staðbundið, umboðandi tað lokala økið, og alment yrkisliga, umboðandi allar Føroyar.
Tað staðbundna minningarhaldið tekur atlit at nærumhvørvinum og lagnu fólksins í økinum.
Tað almenna minningarhaldið, sum er til minnis um føroyingar, deyðir í yrki á sjónum, verður hildið á Vinnuháskúlanum í Tórshavn, og tað er Sjómansmissiónin, ið skipar fyri.
Á tí almenna minningarhaldinum heldur Løgmaður talu og leggur síðan ein krans við minnisvarðan í Viðarlundini í Tórshavn. Gudstænastan í Dómkirkjuni fylgir tí almenna minningarhaldinum.
Í brátt farna allahalganna ári kravdi sjólívið og yrki við sjógvin tvey mannalív.
Við sorgblídni, virðing og tøkk nevna vit nøvnini á teimum báðum, ið sjólótust, tá ið frystilíniskipið Kambur sakk einar 17 fjórðingar í ein útsynning úr Akrabergi tann 6. februar 2024:
-
Bjarni Bisp, 57 ára gamal. Hann var ættaður av Argjum og búsitandi í Hoyvík.
-
Heine Thorsteinsson, 47 ára gamal. Hann var ættaður úr Vági og búsitandi í Vági
Vit lýsa djúpa samkenslu við teimum avvarðandi og lýsa Guðs frið yvir teir, ið fórust í yrki sínum á sjónum.
--------------------------------------
Um sjólátin
Tey, sum vera nevnd á almennum minningarhaldi teirra sjólátnu, eru skrásett hjá Landsfólkayvirlitinum at búgva í Føroyum og hava latið lív í yrki á sjónum, av sjúku ella vanlukku.
Tað er ein nevnd við umboðnum fyri manningarfeløgini og Reiðarafelagið, Vørn, Mentamálaráðið, Løgmansskrivstovuna, Sjómansmissjónina og Fólkakirkjuna, ið tekur støðu til, hvørji verða nevnd á tí almenna minningarhaldinum allahalgannadag.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo