Enska Premier League boðaði í kvøld frá at tveir persónar í ymiskum feløgum vóru testaðir koronapositivir í øðrum umfarinum við kanningum.
Ligain testaði 996 leikarar og starvsfólk týsdagin, hósdagin og fríggjadagin. Persónarnir sum eru positivir fara í sóttarhald í eina viku.
Týsdagin fara Premier League-feløgini aftur undir venjingina og vera fimm leikarar í hvørjum bólki. Hetta er fasa eitt í prosjektinum at byrja Premier League, har leikararnir endiliga sleppa at venja aftur.
Premier League hevur sett sum mál at byrja 12. juni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo