Tveir mans eru seinnapartin bjargaðir úr einum útróðrabáti vestanfyri Sandoynna.
Tyrlan bjargaði monnunum.
Báturin fór at leka, og menninir sóu sær ongan annan útveg enn at senda út neyðarkall.
Vakthavandi á politistøðini sigur við VP, at tyrlan hevur flogið menninar á Landssjúkrahúsið, og at teir eftir umstøðunum hava tað gott.
Báturin er ikki sokkin, men flýtur tungt í sjónum.
Vakthavandi vil ikki siga, hvønn bát talan er um.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo