Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Konsertin í Listastovuni í Miðvági verður Leygardagin 11. mars kl 17.00

Konsertin í Ólavskirkjuni í Kirkjubø verður Sunnudagin 12. mars kl 16.00

Tað eru Súsanna Joensen á floytu og Ólavur Jakobsen á gittara, ið saman við kvinnukórinum “Fljóð ljóð” fara at framføra. Leiðari hjá kórinum er Ólavur Jøkladal.

Súsanna Joensen og Ólavur Jakobsen hava valt at spæla tónleik eftir Haendel, Fauré, Piazzolla og Schubert á floytu og gittara.

Kórið fer at syngja: 'Nú rennur sólin fríð', ið er gamalt føroyskt sálmalag. Útsetingina hevur Kári Bæk gjørt og solistur er Randi Nolsøe.

Eisini syngur kórið 'Surely goodness' eftir Svein Møller og 'Nobilis, hvmilis', ið er Sankta Magnus-hymna úr 12. øld.

Á konsertini í Miðvági, verður skráin krydda við nøkrum perlunum ið hava sín uppruna í bygdini. Talan er um yrkingar og tónar frá Mikkjali á Ryggi og Jens Christian Svabo.

Skráin á hesum konsertum er í báðum førum hugsavnandi og fjølbroytt. Greitt verður eisini frá um tónleikin, ið framførdur verður.

Bæði Listastovan í Miðvági og Ólavskirkja hava góðan ljómburð og júst kór, floyta og gittari hóska sera væl í hugnaligu hølunum.

Konsertirnar eru ókeypis.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo