Millum jól og nýggjár hevur HSF tvær áhugaverdar verkstovur á skrá fyri ávikavist vengur og lámar bakkar.
Endamálið við verkstovunum er at menna og kasta ljós á týdningin av hesum ávísu plássunum á vøllinum í hondbóltsspælinum.
Týdningurin og krøvini til vengur er vaksin, so hvørt sum spælið er vorðið alsamt skjótari. Hetta gevur fleiri skot til vengurnar og størri ymiskleika í skotstøðunum. Samstundis eru krøvini til vengur í verjustøðu vaksin, bæði á vonginum, men eisini á einum 1´ara frammarlaga ella einum 2´ara.
Lámar eru ein mangulvøra í føroyskum hondbólti, og tað er nakað sum sjóneyka skal setast á, tá fleiri av okkara landsliðum spæla uttan lámar bakkar. Hetta avmarkar spælið taktiskt. HSF ynskir tískil at varpa ljós á hetta og fer komandi tíðina, saman við feløgunum, at leggja meira fyri at lofta og menna lámu leikararnar betri.
Til hesar báðar verkstovur koma leikarar frá A-landsliðunum at hjálpa til. Kjartan Johansen, Vilhelm Poulsen, Turið Arge Samuelsen, Leivur Mortensen og Hákun West av Teigum koma at leggja lag á við teirra royndum frá hondbólti á hægsta stigi. Verkstovurnar vera fyri landsliðsleikarar á ella kring ungdómslandsliðini, ávikavist 28. og 30 desember.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo