Tvær stórhendingar fara fram í Sandoynni í næstu viku. Ein góð, og ein minni góð. Hvørja vil tú hoyra fyrst?
Jú; Tann góða, er, at hol kemur á millum Sandoynna og Gomlurætt. Millum Sandoynna og Havnina.
Hin minni góða stórhendingin er, at boriútgerð og borivognar, koma út gjøgnum holið Sandoyarmegin, fyri seinastu ferð, í øllum førum fyribils, snara runt, og stevna aftur móti Gomlurætt.
Boriútgerð, sum burdi stevnt móti Dalstunlinum, og bora holið ígjøgnum uppá nakrar vikur. Og so kundi Landsverk gjørt restina.
Orsøkin til at trillibørurnar í Dalstunlinum eru settar fyribils, er nokk manglandi játtan til Landsverk. Manningin frá NCC, sum hevur hjálpt til í Dalstunlinum, verður kanska heldur ikki tøk framyvir.
Spell, at so er, nú søguligi møgulleikin var har.
Jákup Fróði Djurhuus
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo