Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í dag verður av øllum alvi arbeitt fyri, at kristin einleiki skal koma í hásæti. So at siga allar samkomur í Føroyum eins og aðrastaðni, arbeiða fram ímóti at verða eitt við Kirkjuna, ið tey eina ferð brutu seg úr. Kann nokk eisini sigast soleiðis, at Kirkjan roynir at vinna frísamkomurnar inn aftur, sum tær hava mist gjøgnum vekingarnar, ið hava verið gjøgnum tíðirnar. Soleiðis leiðir endatíðarinnar stóra fráfall samkomurnar aftur til katólsku kirkjuna í Rom til seinast og síðst!


Hesin felagsskapstankin, har øll skulu verða eitt, er sjálvandi eitt stórt ynski uppfylt hjá Fólkakirkjuni, ið soleiðis kann savnað alt undir eitt aftur, sum tað eina ferð var í Føroyum. Felagsskapur gevur styrki, og hetta kann virkað positivt fyri tær smáu frísamkomurnar, ið soleiðis verða partur av kristnini, og harvið fáa viðurkenning og størri ávirkan.

Prísurin fyri hetta er sjálvandi, at evangelisk trúgvandi eru noydd at óbeinleiðis viðurkenna ting sum barnadóp, konfirmatión og altargongd, fyri at kunna vera við. Tað gongur báðar vegir, kann sigast! Fólkakirkjan viðurkennir tey, ið brutu út úr Kirkjuni, og frísamkomurnar sleppa harvið undan forfylging og tí forakt, ið tey hava liðið undir gjøgnum tíðirnar.

Hetta paradigmu-skiftið, ið byrjaði í sektiárunum, er nátt inn til allarflestu trúgvandi, og sjáldan hoyrist nakað mótmæli. Veikleikin í hesum arbeiði er, at hesi ikki tola kritikk, og onkursvegna er tað ókristiligt at vera ímóti hesum, og vandin fyri at verða kallaður hatursfullur og fordømandi, er nærliggjandi.

Eitt dømi um fruktirnar av hesum arbeiði, var undir Samkirkjudøgunum, ið varð hildið í summar. Har stóð ein(fyrrverandi) frísamkomuleiðari í eini fólkakirkju og  lýsti áronitisku signingina eftirfylgt av at rista krossmerkið í luftina til æru fyri Tammuz(sí Ezekiel kap.8.14). Hetta er sagt við sorgarkenslu!

Hví eggja Harran til vreiði? Hví freista Harran? Hví gera Heilaga Anda Guds sorg?

Opinberingin kap.3
Í opinberingsbókini kap.3 lesa vit um tvær samkomur – Filadelfia og Laodikea.

Tað eru sjey endatíðarsamkomur, vit lesa um í kap.2 og 3, og tað er ikki óvanligt, at útleggjarar av Skriftini, vísa á, at talan er um sjey samkomutíðir, har vit nú eru komin í sjeyndu samkomutíð, ið er Laodikea. Sambært hesum, so umboða samkomurnar ymsu tíðirnar í kirkjusøguni.

Við at nýta hesa útlegging, so kann sigast, at tað eru tvær samkomur í endatíðini, har tey Filadelfia-trúgvandi eru ein leivd frá Filadelfiatíðini, og eru nú stødd í Laodikeatíðini. Tað vil so siga, at tað er Laodikea-andin, ið ræður.

Fyri at lýsa samkomurnar báðar, so sigur Harrin Jesus um Filadelfia-samkomuna, at hon hevur lítla kraft. Hóast tað, so hevur hon hildið fast við Orðið og ikki avnokta Jesu, dýra og mektiga navn!

Laodikea livir í yvirflóð og fattast onki! Men sjálvt um hon er rík, so er andaligi standurin ringur!

Myndin er sterk!

Í Laodikea, er tað fólkið íð ræður, sum navnið eisini ber boð um! Samkoman er tímiliga rík og sterk, men andaliga veik og fátøk!

Í Filadelfia, er tað bróðurkærleikin, ið ræður, ið navnið eisini ber boð um. Samkoman er lítil og veik, men andaliga sterk kortini.

Í Laodikea, er Jesus útistongdur. Hann stendur við dyrnar og bankar!

Í Filadelfia er Jesus mitt í millum teirra. “ Tí har tvey ella trý savnast Jesu navnið í, er Hann staddur har”. Ì Filadelfia er tað Harrin, ið hevur latið dyr upp, sum onki menniskja kann lata aftur!

Boðskapurin til samkomurnar báðar lýsir væl andaligu støðuna. Við Filadelfia verður sagt “Halt fast” og við Laodikea verður sagt “Vend við”.

Til báðar samkomurnar verður sagt “ Tann, ið sigrar”, og hetta vísir at Harrin eigur Síni allastaðni, og hetta at “ Harrin kennir Síni”!

Trupulleikin við Laodikea, er tann lunkaða støðan. Ein heit og ein køld kelda. Andaliga kann sigast, at í Laodikea er tað ein blandingur av menniskjum, ið eru andaliga køld og menniskjum, ið eru brennandi. Ùrslitið verður tíverri eitt lunkað úrslit, ið Harrin ikki vil kennast við! Tann heita keldan megnar ikki at halda vatninum heitt í samanblandingini við ta køldu kelduna, og tað einasta, ið hendir, er at tann heita keldan missir sín hita í samanblandingini, og úrslitið verður, at øll verða líka!

Paulus sigur við samkomuna í Róm: “Verið ikki flógv í íðinskapi tykkara, verið brennandi í andanum” Róm kap.12.11.

Tann, ið brennandi er, er í vanda fyri at verða flógvur við tíðini. Tað eru nógv menniskju, ið hava givið upp í andsstríðnum í hesi Laodikea-tíð, og ikki eru brennandi longur. Kanska var tað ov einsligt í Filadelfia? Kanska var einsemi ov svárt og vanvirðingin ov stór?

Til tann, ið kennir seg aftur í hesum, vil eg siga: “Kom inn (aftur) í Filadelfia, og kenn tann ektaða bróðurkærleikan”

Við Filadelfia sigur Harrin Jesus: “ Aftur fyri, at tú hevur aktað eftir orði Mínum um tol, skal eisini Eg bjarga tær úr freistingarstundini , ið koma skal á alt jarðarríki at freista tey, sum á jørðini búgva” Opb.3.10

Lyftið til Filadelfia er, at hon skal verða burturrykt, áðrenn dagur Harrans kemur. Tað at verða bjargaður úr freistingastundini, er at verða bjargaður úr Trongdini, ið er ein sjeyára-trongd, ið skal raka heimin, og sum innleiðist eftir at samkoman er tikin heim!

Samkoman skal flyta inn í hitt nýggja Jerusalem, ið er hennara himmalska heim!

Ein verður tikin við og ein verður latin eftir! Filadelfia verður tikin við og Laodikea verður latin eftir!

Filadelfia verður biðin um at halda fast, og hon skal verða bjargað! Laodikea verður biðin um at venda við, fyri ikki at verða latin eftir!

Soleiðis er eisini bíbilski boðskapurin – Vendið við!

Tað er bara vegna Jesu fullgjørda verk á Golgata, at menniskju kunna verða frelst, og tað er bara blóð Sonar Guds, ið reinsar frá allari synd!

Men líka sterkt sigur Guds Orð “ Farið út frá henni, fólk mítt, so tit hava ikki lut í syndum hennara og verða rakt av plágum hennera” Op.18.4 og “tí sterkur er Harrin Gud, sum hevur dømt hana” Opb.18.8

Aage Samuelsen yrkti so meistarliga um afturkomuna soleiðis:

Mon Han finder tro(en) på jorden – når Han komme skal igjen

  Der med Sine engleskarer – henter oss til Himmelen

 Bare de, som har det ekte – skal forvandles i et nu

 Alt det falske åpenbares i sin gru”

Eg skal enda greinina við orðum Pæturs:

Pætur svaraði teimum:” Vendið við, og ein og hvør tykkara latið seg doypa í navni Jesu Krists til fyrigeving syndanna! So skulu tit fáa gávu Heilaga Andans” Àpostlasøgan kap.2.38

Til tín, ið lesur hesa grein, vil eg siga: “ger teg til reiðar at møta Gudi tínum”. Skjótt kemur Jesus í skýnum! Vend við, lat teg doypa til Kristus Jesus, í navni Jesu Krists til fyrigevinging syndanna, og móttak gávu Heilaga Andans við tungunum sum tekin! Tað er umvending til lív!

Hardi Zacharias Bech

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo