Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

OY: Í dag koma tvær nýggjar føroyskar øl á marknaðin. Talan er um Ei π Ey og Samson, sum OY hevur bryggjað.

Nógv kenna ølirnar Hanin gali og Klikkhaze hjá OY, sum eru hazy IPA ella NEIPA (New England IPA). Men nú hevur OY bryggjað eina “old-school” West Coast IPA á 6,5%. Hon hevur fingið spælandi heitið Ei π Ey.

Áðrenn NEIPA ølirnar komu á marknaðin fyri umleið 15 árum síðani á amerikansku eysturstrondini, vóru IPA ølir hvørki támutar ella gular, men heldur ravgular við einum sera høgum IBU (International Bittering Units), sum var vanligt á amerikansku vesturstrondini.

Ei π Ey er ein slík West Coast IPA eftir gamla skúlanum. Meira beisk enn fruktkend við IBU 70.

Hin nýggja ølin eitur Samson. Hetta er ølin, sum OY vil vera við, ger dreingir til menn og setur hár á bringuna.

Talan er um gyltar dropar, sterkir sum hannsjálvur Hárfagri. Heili 7,7%.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo