Vinafelagið Føroyar – Ísrael: Vinarfelagið Føroyar – Ísrael skipar fyri tveimum framløgum um vikuskiftið. Tann fyrra verður í Klaksvík leygardagin í Skúlanum á Skúlatrøð kl 16.30 og tann seinna sunnudagin 8. septembur kl. 15:30 í Aulini í Finsen í Havn.
Ísraelska Talia Sapir fer at greiða frá, hvussu støðan er í Ísrael eftir álopið 7. oktobur.
Og jødiska Tove Udsholt greiðir frá, tá mamma hennara í 1943 flýddi úr Danmark til Svøríkis, tá ið Tove var bert 3 ára gomul. Mamman var noydd at lata hana verða eftir í Danmark og hvussu tað hevur ávirkað hennara lív, at verða uttan mammuna í fleiri ár.
Tulkað verður úr enskum til føroyskt.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo