Leygarkvøldið 27. apríl trínur danski bólkurin TV-2 á pallin í Løkshøll í Runavík.
TV-2 hevur júst givið út sína 19. útgávu og er í løtuni á konsertferð.
Konsertferðin hesaferð ber brá av einum meira hondspældum og rokkuttum stíli. Orkan er í front, sigur bólkurin sjálvur, við vælkendum og passandi jútskum lítillætni.
Konsertin 27. apríl, sum er partur av mentanarvikuni í Runavíkar kommunu, verður í tveimum pørtum; ein akkustiskur og ein elektriskur partur, og av somu orsøk er talan um eina sitikonsert.
Ungdómurin eigur eisini pláss í mentanarvikuni og í Løkshøll. Fríggjakvøldið 26. apríl kemur VSJ at seta futt í við vælsvingandi og glaða elektroniska popptónleiki sínum. Sunnudagin 28. apríl spæla Kári Sverrison og Hans Jacob Kollslíð við fullmannaðum orkestri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo