Í morgin verður frískur vindur ímillum vestan og útsynning, sólglottar og kanska okkurt ælstroyggj ímóti kvøldi, hitin 7-8 stig.
Týsdagin fyrst ímillum vestan og útnyrðing og tað kølnar, niður í 3-4 stig. Sólglottar og sum dagurin lýður minni vindur, niður í gul til lot og hann fer niður í útsynning.
Mikudagin ímillum sunnan og útsynning, sól ein stóran part av degnum, kanska okkurt ælstroyggj tíðliga á morgni, hitin upp í 9 stig.
Hósdagin og fríggjadagin lot til frískt lot av suðri ella útsynningi, skýggjað og hitin 9 stig.
Lágættin heldur fram næsta vikuskifti við lítlum vindi leygardagin men frískari vindi sunnudagin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo