![Korn 03](https://www.vp.fo/fileadmin/user_upload/Korn_03.jpg)
![Korn 03](https://www.vp.fo/fileadmin/user_upload/Korn_03.jpg)
Russland og Ukraina skula undirskriva avtalu um útflutning av korni í Turklandi í morgin, sigur forsetaskrivstovan í Turkalandi sambært Reuters.
Bæði ST-aðalskrivarin António Guterres og forsetin í Turkalandi Recep Tayyip Erdogan vera hjástaddir.
Fyrr í dag kunnaði ST-talspersónurin Farhan Haq um at Guterres var á veg til Turkalands, skrivar NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo