Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Kim Durhuus, løgtingsmaður
Svarari: Dennis Holm landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum
Evni: Tunnil til Tjørnuvíkar

Spurningar:
1. Hvør er tíðarætlanin fyri komandi Tjørnuvíkartunnilin?
2. Eru kjarnuboringarnar gjørdar, og er linjuføringin fastløgd?
3. Nær er ætlanin at byrja at bora?
4. Hvør er ætlanin við grótinum, sum kemur úr tunlinum?

Viðmerkingar:
Verandi vegur til Tjørnuvíkar er, sum flest øllum kunnugt, bæði smalur og ótryggur.

Ikki er óvanligt, at har eru omanlop. Harafturat er vegurin sera ótíðarhóskandi um summarið, tí Tjørnuvík er eitt av fremstu ferðamálum í Føroyum.

Tunnil til Tjørnuvíkar hevur verið tosað um í áratíggju; tí er tað í tøkum tíma, at tunnilin verður settur á skrá og gjøgnumførdur.

Á fíggjarlógini fyri í ár eru settar 1 mió. kr. av til prosjektera tunnil til Tjørnuvíkar. Í álitinum til fíggjarlóg stendur at lesa, at henda upphæddin skal nýtast hjá Landsverki at prosjektera verkætlanina, soleiðis at tunnilstoymið kann fara í gongd at fremja arbeiðið. Hóast pengar eru settir av at brúka í ár, hevur almenningurin enn einki hoyrt um hesa verkætlan, hvørki um kjarnuboringar ella, um nøkur linjuføring er fastløgd.

Umframt avbjóðingarnar eftir verandi vegi til Tjørnuvíkar, hevur ein stórur partur av vegnum frá Streyminum til Haldarsvíkar bert eitt spor. Tí kundi tað verið bæði praktiskt og fíggjarligt skilagott at brúkt grótið, sum kemur úr tunlinum til Tjørnuvíkar at breiðka vegin frá Streyminum til Haldarsvíkar.

Sum áður nevnt, so skal havast í huga, at eitt stórt tal av ferðafólkum eisini koyrir eftir hesum vegnum til Tjørnuvíkar, og er hetta til stóran ampa fyri lokala fólkið, tá vegurin bert er einsporaður.

Á Løgtingi, 13. juni 2023
Kim Durhuus

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo