Klaksvíkar kommuna: Landsverk hevur kunngjørt kunning um ferðslu, parkering og serbussar í sambandi við at nýggju tunlarnir norður um Fjall lata upp.
Hátíðarhaldið verður kl. 13:30 við tunnilsmunnan Hvannasundsmegin (við Toftá), og tá kemur landsstýrismaðurin í samferðslumálum Dennis Holm at halda røðu, umframt heilsanir frá Katrin Næs, borgarstjóra í Hvannasunds kommunu, Jón Sigurdsson, stjóra í P/F Articon. Klaksvíkar hornorkestur spælir.
Les neyva kunning um serbussar, upplating fyri almennari ferðslu v.m. hjá Landsverki her.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo