Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Landsverk: Landsverk og Arbeiðs- og brunaeftirlitið hava gjøgnumgingið projektið, tilbúgvingina og trygdarútgerðina í Tunlinum Norður um fjall, men áðrenn Tunlarnir Norður um Fjall kundu endaliga góðkennast til almenna ferðslu, skuldi trygdarútgerðin í tunlinum trýstroynast í einari stórari venjing. Venjingin var í gjárkvøldið 17. des. 2024.

Umleið 70 fólk frá Politinum, Klaksvíkar Sløkkiliði, Heilsuverki Føroya, Ambulansutænastuni og Landsverki tóku lut í venjingini, sum royndu tilbúgvingarætlanina, tøknina, mannagongdir og eftirkannaði ventilatiónsskipanina og samskiftisútgerðina í tunlinum.

Allir partar høvdu egnar eygleiðarar við, sum aftaná skrivaðu hvør sína frágreiðing um venjingina. Politiið, sum er leiðandi samskipari í tilbúgvingini, tók saman um niðurstøðurnar og hevur góðkent tilbúgvingina í Tunlunum Norður um Fjall. Landsverk hevur gjøgnumgingið niðurstøðurnar frá venjingini og hevur í dag staðfest, at Tunlarnir Norður um Fjall lúka øll myndugleikakrøv og tískil kunnu lata upp fyri almennari ferðslu. Arbeiðs- og Brunaeftirlitið hevur somuleiðis brunagóðkent Tunlarnar Norður um Fjall til almenna ferðslu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo