Skúlablaðið: Heilagranskarar við Tekniska Náttúruvísindaliga universitetið í Tróndheimi hava brúkt eina sensorhettu við 256 elektrodum fyri at kanna heilavirksemið á 20 lesandi, meðan tey hava skrivað, skrivar norsk avís. Kanningarnar vísa, at brúkar tú penn ella blýant, kemur heilin í eina støðu, sum ger hann betri at taka ímóti læring.
– Vit fáa fleiri knaggar at minnast. Við at brúka penn verður nógv meiri virksemi í sensomotorisku pørtunum í heilanum, sigur Audrey van der Meer, sum hevur gjørt kanningina saman Ruud van der Weel. Báðir eru professarar við psykologiskt institutt.
Kanningin vísir, at tey lesandi skrivaðu orðini, sum tey vórðu biðin at skriva á teldu, mekaniskt, meðan orðini, tey skrivaðu við penni, elvdu til størri heilavirksemi.
So skjótt rørsla er inni í myndini, verða fleiri sansir tiknir við. Tað skapar virksemi og samband millum ymiskar partar av heilanum. Tað verður lættari at minnast, og vit læra betur, siga granskararnir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo