Manchester United er nú einans eitt stig aftanfyri Tottenham á 4. plássi í ensku Premier League.
Hetta er greitt, eftir at United í kvøld vann ein tryggan 3-0 sigur móti Nottingham Forest á heimavølli.
Marcus Rashford (19), Anthony Martial (22) og Fred (87) syrgdu fyri málunum hjá Reyðu Djevlunum.
United hevur nú 29 stig á 5. plássi, meðan Spurs, sum hevur leikt ein dyst fleiri enn United, hevur 30 stig á 4. plássi.
Næsti dystur hjá United er á útivølli móti Wolves leygardagin 31. desember klokkan 12.30.
Nottingham Forest liggur eftir dystin í kvøld á 19. plássi við 13 stigum fyri 16 dystir. Næsti dystur hjá Forest er á heimavølli móti Chelsea sunnudagin 1. januar klokkan 16.30.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo