Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú MEGD hevur sent Almanna- og mentamálaráðnum hoyringarskriv viðvíkjandi uppskoti til løgtingslóg um Brekumboð, er hetta ein søguligur dagur fyri fólk, ið bera brek, í Føroyum. Meginfelagið MEGD og tey 24 limafeløgini, sum umboða fleiri enn 4000 limir, hava bíðað leingi eftir einum óheftum og uttanveltaðum eftirliti við rættindum hjá fólki, ið bera brek. Vónandi fær hoyringarskrivið frá MEGD nú eina góða og væl undirbygda viðger í løgtinginum.

Stórur tørvur á eftirliti
Í fleiri ár hevur verið víst á tørvin á einum óheftum og uttanveltaðum eftirliti við altjóða sáttmálanum fyri einstaklignar, ið bera brek.

Tað var í 2009, at Føroya løgting samtykti, at sáttmálin skuldi galda fyri Føroyar.

Føroyskir myndugleikar hava síðani tá havt lógarbundna skyldu at virka fyri, verja og fremja rættindi teirra, ið bera brek. Hesi rættindi skulu síggjast aftur bæði í mun til formligar orðingar og ásetingar í galdandi lógum, og at virka verður fyri rættindum, soleiðis at fólk í sínum gerandislívi, við støði í lógarverkinum, veruliga fáa ágóðan av eitt nú tænastum og veitingum.

Vit eiga samstundis at leggja merki til, at fyri at tryggja samljóð ímillum tað formliga og tað verkliga, so er altjóða Brekrættindasáttmálin tann einasti altjóða mannarættindasáttmálin, ið áleggur limalondunum at tilnevna eina óhefta eftirlitsskipan.
Júst tí hevur tað grundleggjandi týdning, at hetta verður gjørt rætt og fær nøktandi bygnað og grundarlag at virka sambært altjóða meginreglum, og eigur Brekumboðið tí at verða skipað á so breiðum, fólkaræðiligum og pluralistiskum grundarlagi sum gjørligt.

MEGD mælir tí til, at tað verður Føroya løgting, ið fær ábyrgdina av at seta Brekumboðið.

Einki um okkum uttan okkum
Avgerandi er, at Brekumboðið altíð skal kunnað frítt úttala seg um viðurskifti innan virkisøki sítt. Tí er ein grundleggjandi treyt, sum sáttmálin eisini sigur, at áhugafeløg hjá fólki, ið bera brek, verða tikin upp á ráð. Fólk, ið bera brek, hava bæði lívsroyndir og praktiskan kunnleika at seta orð á egnar avbjóðingar, umframt viðkomandi loysnir, og við góðum samstarvi og/ella hoyringum, ber til at minka munandi um vandan fyri skeivari ella óneyvari umboðan.

Hetta er jú høvuðsorsøkin til slagorðinum hjá altjóða brekrørsluni, sum er Einki um okkum uttan okkum.

Brekumboðið eigur tí saman við áhugafeløgum og øðrum viðkomandi pørtum áhaldandi at virka fyri at menna sokallaðu mannarættindatilgongdina, sum ST nevnir Human Rights Approach.

Grundarlag og alment orðaskifti
Søguliga frambrotið við hoyringini eigur í sama viðfangi at fáa okkum at síggja stóra týdningin í at byrja eitt alment orðaskifti um føroysk mannarættindaviðurskifti. Í londunum kring okkum síggja vit, at altjóða mannarættindi alsamt fylla meira í almenna rúminum, og Brekumboðið fer ynskiliga og eftir ætlan at vera ein týðandi partur av samfelagnum sum heild.

Tí hevði tað verið ein greiður fyrimunur, um mannarættindaviðurskifti verða umrødd á yvirskipaðum stigi, nú ætlanin er at seta á stovn eina óhefta og uttanveltaða eftirlitseind innan brekøkið. Eitt frítt, uppbyggjandi og kritiskt orðaskifti átti eisini at betrað um virkisgrundarlagið hjá Brekumboðnum og øðrum pørtum, ið virka fyri mannarættindum í Føroyum.

Eitt aðalorðaskifti um mannarættindi í Føroyum kann eisini verða við til at styrkja vælferðarsamfelagið, sum komandi árini verður undir alsamt øktum trýsti.

Eftirlitið eigur at byggja á altjóða meginreglur
Í altjóða høpi verður væntað av framkomnum londum, at hesi seta á stovn mannarættindastovnar (National Human Rights Institution) sambært París-meginreglunum hjá ST.

Hetta skal gerast sum liður í at tryggja góða fyrisiting, rættarskipan og fremjan av mannarættindum, og at Brekumboðið verður óheft og uttanveltað í virki sínum. Hetta skal skiljast breitt eitt nú í mun til stovnsgrundarlag, starvsfólkaviðurskifti, nevndarsamanseting, virkisføri og umboðan.

Óheftni hjá Brekumboðnum merkir millum annað at seráhugamál hjá myndugleikum, partapolitiskt áhugamál, egináhugamál og onnnur áhugamál treytaleyst skulu setast til viks, soleiðis at áhugamálini hjá fólki, ið bera brek, verða rætt og rímiliga umboðað. Fyri at vera uttanveltað skal Brekumboðið vera sjálvstøðugt og undir ongum umstøðum vera ov tætt knýtt at einum aðalráði, myndugleika ella politiskum áhugamálum.

Bæði mannarættindaráðið, Human Rights Council, og aðalfundurin hjá ST, General Assembly, mæla til, at eftirlitseindir hjá londum søkja um viðurkenning, accreditation, frá altjóða metingarnevndini, ið kallast Global Alliance of National Human Rights Institutions, stytt GANHRI.

Tí eigur hetta at vera eitt av málunum, at søkt verður um viðurskenning frá GANHRI.

Langtíðarætlanir grundaðar á sáttmálan
Hoyringarskrivið, sum MEGD hevur sent Almanna- og mentamálaráðnum, liggur á heimasíðu okkara www.megd.fo. Har mælir MEGD eisini til at almennu myndugleikarnir, saman við áhugafeløgum, fara at gera eina langtíðar brekpolitisk virkisætlan, ið hevur til endamáls at seta orð á og skipa, hvussu altjóða brekrættindasáttmálin komandi árini skal fremjast til fulnar í føroyskari lóggávu.

Sum heild er umráðandi at hava í huga, at rættindi verða orðað á neyvan og ítøkiligan hátt í lógum, kunngerðum og líknandi, soleiðis at rættindi í verki kunnu handhevjast, um tað vísur seg, at tey eru í vanda fyri at verða skerd.
Eisini verður víst á, at stórir partar av Brekrættindasáttmálanum enn mangla at vera framdir. Hetta er viðkomandi í mun til øll sløg av rættindum, men serliga í mun til búskaparlig, sosial og mentanarlig rættindi, sum í mongum førum taka fleiri ár at fremja.

Dømi um hetta er byggiverkætlanir til fólk, ið bera brek, sambært grein 19 í Brekrættindasáttmálanum. Við eini langtíðarætlan hevði tað eisini verið gjørligt at tikið atlit til, hvussu eftirlitið skal skipast í samstarvi við viðkomandi áhugafeløg, og eitt nú um útskifting er í starvsfólkahópinum ella millum sjálvboðin.

Við vón um góða og breiða viðgerð og undirtøku frá øllum viðkomandi pørtum verður óheftað eftirlitið við Brekrættindasáttmálanum vónandi endiliga til veruleika um ikki so langa tíð.

Tóra við Keldu, forkvinna hjá MEGD

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo