Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður
Svarari: Ingilín D. Strøm, landsstýrismaður í umhvørvismálum
Evni: Trygging av sjófólki

Spurningar:
1. Hvussu eru sjófólk tryggjað móti avleiðingum av álvarsomum sjúkum, sum tey fáa, meðan tey eru mynstrað umborð á skipi?

2. Hvussu eru sjófólk tryggjað móti avleiðingum av álvarsomum sjúkum, sum tey fáa, meðan tey eru heima millum túrar?

3. Er talan um tryggingar, sum fakfeløgini sjálvi tekna hvørt sær, vegna sínar limir, ella er nøkur lóg fyri, hvussu sjófólk skulu vera tryggjað móti álvarsomum sjúkum?

4. Um ein slík lóg er, hvussu leingi hevur hon so verið galdandi, og hevur hon alla tíðina eisini dekkað fyri sjúkur, sum eru íkomnar millum túrar?

5. Hvussu er støðan hjá sjófólkum, sum hava fingið álvarsliga sjúku, áðrenn teirra felag hevði teknað nakra trygging?

6. Um sjófólk ikki eru nóg væl tryggjað móti avleiðingum av álvarsomum sjúkum, hvat ætlar landsstýrismaðurin so at gera við tað?

Viðmerkingar:
Sjófólk eru, sambært lóg, tryggjað móti arbeiðsskaðum og sjúkum, ið beinleiðis standast av arbeiðinum umborð á skipi, men hvussu er við sjúkum, sum ikki beinleiðis eru arbeiðsskaði, men kortini til dømis kunnu vera ein avleiðing av viðurskiftunum umborð?

Samanborið við arbeiðsvanlukkur, sum henda brádliga, kann vera ringt at prógva, at ein sjúka, sum kemur langt eftir, at skaðiliga árinið byrjaði, er avleiðing av arbeiðinum umborð. Tí kann tað henda, at tann sjúki ikki siglir við skipinum longur, tá sjúkan byrjar at gera vart við seg. Dømi eru eisini um fólk, sum hava fingið eina álvarsliga sjúku, meðan tey hava verið heima millum túrar.

Hesin fyrispurningurin verður settur fyri at vita, hvørji rættindi hesi fólkini hava viðvíkjandi sjúkutryggingum, og hvørjar ætlanir landsstýrismaðurin hevur um so er, at tryggingarviðurskiftini ikki eru nøktandi.

Á Løgtingi, 8. juni 2023
Helgi Abrahamsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo