Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bárður á Steig Nielsen, løgtingsmaður
Svarari: Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum
Evni: Trygdarreglur fyri kritiskt infrakervi og nettrygd
Spurningar:
1. Er ætlanin at seta reglur í gildi fyri Føroyar, eins og gjørt er við CER- og NIS2-fyriskipanunum í ES?
2. Um so er, hvørja ávirkan kunnu hesar reglur hava á føroyskar fyritøkur, myndugleikar og stovnar?
3. Er ætlanin at tillaga lóggávuna kring fyriskipaninar til føroysk viðurskifti og um so er, hvussu?
Viðmerkingar:
Trygdarstøðan í heiminum er nógv broytt seinastu árini. Serliga hevur hybridkríggj vundið uppá seg, har lond gera seg inn á kritiskt infrakervi og nettrygdina hjá øðrum.
Fyri at fyribyrgja slíkum hóttanum hevur ES sett tvær nýggjar fyriskipanir í gildi, sum hava sum yvirskipað mál at verja kritiskt infrakervi og økja nettrygdina.
CER-fyriskipanin, sum stendur fyri “Critical Entities Resilience”, leggur dent á at tryggja fyritøkur og stovnar, sum veita kritiskar samfelagstænastur. Hetta kann vera alt frá orkuveiting og vatnveiting til heilsutænastur og talgilding.
NIS2-fyriskipanin, ið stendur fyri “Network & Information Systems”, er ein dagføring av upprunaligu NIS-fyriskipanini og leggur dent á nettrygd og at verja dátur og týdningarmiklar upplýsingar fyri teldusníkum og dátulekum.
Fyriskipaninar áleggja limalondunum krøv um eftirlit og støðugar váðametingar, og harumframt skulu ávirkaðu fyritøkurnar, myndugleikarnir og stovnarnir lúka ymisk krøv um trygd, tó við fyriliti fyri, at limalondini kunnu tillaga sína lóggávu eftir egnum viðurskiftum.
Ongin ítøkilig kunning er komin frá landsstýrinum um hesi viðurskifti, og tí verða hesir spurningar settir.
Á Løgtingi, 11. desember 2024
Bárður á Steig Nielsen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo