TRYGD: 2023 gjørdist eitt gott ár hjá Trygd. Úrslitið er merkt av góðum íløguavkasti og eini góðari skaðagongd, umframt at tillagingar vórðu gjørdar í tryggingargjøldunum fyri 2023, eftir nøkur ár við hækkandi umvælingarútreiðslum.
Talið av fráboðaðum skaðum í 2023 var á hædd við undanfarin ár, men tað sæst aftur í ársúrslitinum, at skaðarnir vóru lutfalsliga avmarkaðir í stødd, við tað at bert fáir stórskaðar vóru.
Trygd hevði 26,7 mió. kr. í avlopi fyri skatt í 2023, samanborið við 15,2 mió. kr. fyri skatt í 2022.
Tað vil siga, at avlop og inntøkur vóru munandi betri í 2023 enn í 2022.
Bruttoinntøkurnar frá tryggingargjøldum vóru tilsamans 168,7 mió. kr. í 2023, sum er ein hækking á 11 mió. kr.
Skaðaprosentparturin var lægri í 2023, enn árið fyri, men samlaðu skaðaendurgjøldini fyri egna rokning vóru 98,6 mió. kr. í 2023, í mun til 97,5 mió. kr. í 2022.
Rakstrarkostnaðurin var 28,9 mió. kr. í 2023, samanborið við 25,0 mió. kr. í 2022.
Øktu rakstrarútreiðslurnar eru serliga orsakað av, at neyðugar ábøtur vórðu gjørdar á skipanir og annað í mun til raksturin av felagnum.
Í 2023 vóru 25 ár liðin, síðani Trygd aftur kundi virka á føroyska tryggingarmarknaðinum, og við tíðini er felagið vaksið so mikið, at tørvur var á hesum dagføringum.
Leiðslan fegnast sum heild um gongdina við inntøkuvøkstri, skaðagongd og íløguavkasti. Góða spjaðingin millum ymiskar bólkar av tryggingum og kundum er eitt gott grundarlag hjá felagnum – bæði nú og frameftir.
Eisini fegnast leiðslan um, at Trygd hevur ein góðan solvens og harvið gott haldføri.
- Vit fegnast um góða úrslitið, tí sum tryggingarfelag er umráðandi við góðum haldføri, soleiðis at vit hava nakað at standa ímóti við, til tá tryggingartakararnir veruliga hava brúk fyri okkum.
- Kundanøgdsemiskanning frá oktober 2023 vísti, at okkara kundar eru nøgdir, men vit seta eisini stóran prís upp á konstruktivu viðmerkingarnar frá teimum, tí vit ynskja støðugt at bøta um okkara ráðgeving og tænastur, sigur Anna Mohr Holm, stjóri í Trygd.
Ársfrágreiðingin fyri 2023 kann síggjast her.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo