Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Faroe Music Export (FMX): Vit hava stóru gleðina at kunna boða frá, at eisini í ár verða fleiri føroysk tónlistafólk at síggja á pallunum á Iceland Airwaves festivalinum, nú heili trý tónleikanøvn verða avdúkað í dag.

Og - sum nógv helst verða ovfarin av og glað fyri: Øll trý tónleikanøvnini syngja á føroyskum!

Fyri stuttum komu vit heim frá eini sera væleydnaðari luttøku á The Great Escape festivalinum, har vit millum annað upplivdu, at Joe & The Shitboys vórðu beinleiðis valdir út til at spæla saman við The Hives í Italia, umframt at Aggrasoppar vunnu mætu virðislønina Steve Strange Award.

Meðan vit fyrireika okkum til eitt sera hendingarríkt heyst, har nógv verður á skránni, kunnu vit nú við stórum eldhuga boða frá, at Marius Ziska, Dania O. Tausen og Silvurdrongur eru klár til Iceland Airwaves í novembur.

"Tað er ómetaliga hugaligt, at viðburðurin, sum føroysk tónleikanøvn hava havt seinastu árini, heldur fram, og at vit nú aftur fáa høvi til at vera við á Iceland Airwaves, vónandi við líka góðum úrslitum", sigur Glenn Larsen, leiðari á Faroe Music Export (FMX). "Og sjálvsagt er tað sera spennandi, at øll trý tónleikanøvnini, sum skulu á pall á festivalinum, fara at syngja á føroyskum!"

Um tónlistafólkini, sum tónleikasamskipandi toymið á Iceland Airwaves hevur valt út, sigur hann víðari: "Marius Ziska spældi á Iceland Airwaves so tíðliga sum í 2013, men festivalurin hevur lagt merki til, hvussu altjóða áhugin fyri honum bara er vaksin síðani tá, og tey vilja tískil fegin bjóða honum aftur at spæla á festivalinum. Nógv vatn er runnið í ánna síðan tá, og eg eri vísur í, at tað fer at hilnast sera væl hjá Marius, og at fólk verða bergtikin av honum. Dania O. Tausen var eisini upp á tal á festivalinum í 2023, men tá tey fingu at vita, at hon hevði fingið FMA virðislønina fyri ársins heildarútgávu her í Føroyum, vórðu tey sannførd um, at hon var verd at bjóða til festivalin at spæla. Bæði Marius og Dania hava eisini verið á konsertferðum uttanlands saman við íslendskum tónlistafólkum seinastu tíðina. Tá ræður um Silvurdrong, heldur tónleikasamskipandi toymið á Iceland Airwaves rætt og slætt, at nýggi tónleikurin hjá honum er ótrúliga spennandi, og tey vilja fegin síggja hann á einum av fremstu pallunum á festivalinum. Eg eri sannførdur um, at øll trý tónleikanøvnini fara at lofta hesum møguleikum við báðum hondum."

Seinastu árini hava føroysk tónlistafólk so dyggiliga gjørt vart við seg á fleiri altjóða festivalum - nakað, sum eisini hevur vakt ans í stórum tíðarritum, so sum Rolling Stone Magazine.

Iceland Airwaves festivalurin, sum vit so við og við hava lært væl at kenna í Føroyum, er ein festivalur við stórum trúvirði og av stórum týdningi fyri tónleikavinnuna. Festivalurin er sýnisgluggi fyri eina røð av tónlistafólkum, bæði útvaldum tónlistafólkum, ið eru á veg fram, og meira viðurkendum tónlistafólkum, ið standa ovast á plakatunum kring um í Evropa. Festivalurin verður hildin í Reykjavík og varar í tríggjar dagar, har høvuðsdenturin verður lagdur á at vísa fram nýggjan tónleik, bæði íslendskan tónleik og altjóða tónleik. Iceland Airwaves dregur árliga til sín ein undranarvert stóran áhoyraraskara, umframt fólk í tónleikavinnuni og miðlafólk úr stórum pørtum av heiminum, og festivalurin hevur fleiri ferðir havt avgerandi týdning fyri tónlistafólk, sum í dag eru vorðin stór nøvn.

Í ár, eins og tey tvey síðstu árini, fara føroysku tónleikanøvnini at spæla í minsta lagi tvær konsertir hvør undir Iceland Airwaves festivalinum, har tann eina fer fram fríggjakvøldið á sera kenda spælistaðinum Iðno, ið liggur mitt í hjartanum í Reykjavík. Har fara vit at hava eitt serligt tiltak, har bert føroysk tónlistafólk vera á pallinum. Hesi føroysku tónlistafólkini fáa haraftrat eina konsert hvør sum partur av høvuðsskránni á festivalinum.

Umframt konsertir um kvøldið verða onnur tiltøk um dagin allar dagarnar, so sum ráðstevnur við áhugaverdum framløgum hjá høvuðsrøðarum, aktuellum pallborðskjakum og møguleikum fyri netverkan, har møguleikar eru stórir at fáa avtalur í lag.

Glenn Larsen sigur víðari, at nógv meira er í væntu:
"Hetta verður eitt hendingarríkt heyst fyri føroysku tónleikavinnuna. Vit hava tikið sera nógv stig seinastu fáu árini, og tað sæst væl aftur, at Evropa og restin av heiminum hevur lagt merki til okkum. At umboðsfólk á The Great Escape Festival fóru at útnevna ein føroyskan bólk (Aggrasoppar) sum vinnara av mæta Steve Strange Award virðislønini, til dømis, er einki minni enn eitt bragd, og hevði verið heilt óhugsandi fyri fáum árum síðani. Møguleikarnir gerast alsamt fleiri, samstundis sum vit síggja úrslitini vísa seg bæði sum semjur um avtalur, miðlaumrøður og fyriskipan av fleiri konsertum. Vit gleða okkum til at kunna boða frá fleiri tíðindum um føroysku tónleikavinnuna komandi tíðina."

Meira um Iceland Airwaves her: icelandairwaves.is

Iceland Airwaves verður í ár hildin í Reykjavík frá 7. til 9. november 2024.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo